Nú fáa eisini føroyingar eitt etiskt ráð.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at velja eitt etiskt ráð og ætlanin er at stovna tað seinni í ár.
Endamálið við tí nýggja etiska ráðnum skal vera at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar á heilsu-, náttúru- og umhvørvisøkinum.
- Harumframt hevur ráðið til endamáls at gera myndugleikar og borgarar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum, sigur Karsten Hansen.
- Ráðið skal eisini vera við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum, leggur hann afturat
Somuleiðis er endamálið, at etiska ráðið skal binda saman vísindi, fólkahugsan og myndugleikar. Og í virki sínum eigur tað at leggja dent á “virðing fyri tign og friðhalgi menniskjans, virðing fyri komandi ættarliðum, umframt virðing fyri náttúru og umhvørvi”, sum tað stendur.
Samstundis verður víst á, at ráðið er óheft av øðrum myndugleikum.
Karsten Hansen sigur, at Ráðið skal av sínum eintingum viðgera etiskar spurningar í sambandi við gransking í, og nýtslu av lív- og ílegutøkni á heilsuøkinum og á náttúru- og umhvørvisøkinum.
Men Ráðið skal eisini taka aðrar etiskar spurningar til viðgerar á heilsuøkinum, umframt etiskar spurningar í samband við lívfrøðiliga og medisinska gransking í menniskjum, og ráðgeva landsstýrinum og almennu myndugleikunum í etiskum spurningum.
Somuleiðis skal Etiska Ráðið eisini upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til umrøðu í almenninginum og Ráðið skal geva minst eina frágreiðing út um árið.
Ætlanin er, at sjey limir skulu vera Etiska ráðnum. Teir verða valdir fyri fýra ár í senn, men teir kunnu verða afturvaldir eina ferð. Av teimum sjey limunum í Ráðnum, setir landsstýrismaðurin sjálvur, formannin og ein lim.
Annars verða tveir limir valdir eftir tilmæli frá Læknafelag Føroya og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og harafturat velja landsstýrisfólkini í vinnumálum, umhvørvismálum og mentamálum, hvør sín lim í Etiska Ráðið.
- Tey, sum verða vald í ráðið, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri virksemið hjá Ráðnum. Tá ið landsstýrismaðurin í heilsumálum setur ráðið, skal hann tryggja, at bæði leikfólk og fakfólk eru umboðað, og at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru í ráðnum.
|










