Í eina tíð hevur verið arbeitt við at gera eitt kampingpláss í Vági og nú er rættilig gongd komin á arbeiðið, sigur Vágs Býráð í morgun.
Tey, sum fara at brúka kampingplássið, fáa samstundis atgongd til hentleikarnar ítróttarhøllini og VB Húsinum, sum er beint við kampingplássið. Í VB húsinum eru bæði brúsur, wc og sauna, umframt vaskimaskina og turkitrumla, skuldi tørvur verið á tí.
Á kampingplássinum fer eisini at bera til at tøma rottangan og at fáa vatn og streym til vognarnar. Tað er enntá eisini eisini er internet á kampingplássinum. Kampingplássið verður gjørt í fleiri stigum. Í ár verða tey fyrstu 12 plássini gjørd liðug. Næsta ár verður tað gjørt størri , samstundis sum nýggir hentleikar verða til taks. Kampingplássið verður ætlandi klárt at taka í nýtslu í juni mánað.
|