Nú fáa eisini hoyvíkingar sín egna fótbóltsvøll

Arbeiðið at gera fótbóltsvøll í Hoyvík, byrjar fyrsta dagin

Leingi er tað, ið væl skal vera, men nú er endaliga greitt, at eisini hoyvíkingar fáa sín egna fótbóltsvøll.

Tað eru nógv ár síðani málið tók seg upp, men eitt drúgt stríð um staðseting og annað, hevur elvt til, at ætlanin verður ikki veruleiki fyrrenn nú.

Og nú er greitt, at  vøllurin verður á stykkinum við skúlan við Løgmannabreyt.

 

Í gjárkvøldið hevur Tórshavnar Býráð samtykt at játtað góðar 12 milliónir til endamálið og samstundin er tikið av einum tilboðið frá J&K Petersen um at gera vøllin.

Nakað av pengum er longu sett av til vøllin og samstundis fær kommunan einar 900.000 krónur í stuðuli frá Fótbóltssambandinum til vøllin, so tilsamans kostar hann góðar 15 milliónir.

Og farið verður undir arbeiðið beinanvegin.

 

Talan verður ikki um ein vøll við áskoðaraplássum, men bara um ein beran vøll sum tað ber til at sparka á.

Hann er lagdur við skúlan við Løgmannabreyt so at eisini skúlin og dagstovnar kunnu fáa nyttu av honum.

 

Tað skiltist á býráðsfundinum, at einaferð í framtíðini skulu eisini áskoðarapláss gerast, men tað verður neyvan í bræði.

Elin Lindenskov gjørdi nevniliga púra greitt, at kemur ein umsókn um at játta meiri pening til vøllin í Hoyvík hesi næstu árini, verður svarið eitt kortanei.