Nú eru vit 144 føroyingar fleiri

Tað er bara í fýra oyggjum, at fólkatalið vaksið hetta síðsta árið

 

 

Hetta síðsta árið, frá frá 1. desember 2012 til 30. november í fjør, vaks fólkatalið í Føroyum 144 fólk.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Hesar 12 mánaðirnar var burðaravlopið 244 fólk, men hinvegin fluttu 100 fólk fleiri av landinum enn tað flutti til Føroyar.

 

Tann 30. november í fjør var fólkatalið í Sostat 48.267.

 

Hagstovan sigur, at størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum har fólkatalið vaks 233.

 

- Í Norðoyggjum vaks fólkatalið 18 fólk og í Vágum vaks tað 10 fólk.

 

- Í hinum økjunum minkaði fólkatalið tilsamans 117 fólk. 


 

- Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið í hesum síðsta tólvmánaðarskeiðinum var meira enn tvær ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum.

 

Býtt á oyggjar, er tað bara í fýra oyggjum, at fólkatalið er vaksið, nevniliga í Streymoy, Borðoy, Vágoy og í Fugloy.

 

Mest minkaði fólkatalið í Eysturoy, Sandoy, Nólsoy og Viðoy.

 

Verður hugt at kommunum, sæst at fólkatalið minkaði í 18 kommunum og tað vaks í ellivu kommunum.

 

- Merkisvert er, at fólkatalið minkaði í øllum trimum kommununurn kring Skálafjørðin, Nes, Runavíkar og Sjóar kommunum, sigur Hagstovan.

 

Tær størru kommunurnar, ið hava fólkavøkstur, eru Tórshavn, Vestmanna, Klaksvík, Tvøroyr, Sunda- og Vága kommuna