Tann 30. september var fólkatalið 48.159.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni
Uppgerðin vísir, at teir tólv mánaðirnar frá 1. oktober 2012, til 30. september 2013, var burðaravlopið 227 og nettoflytingin var 93 fólk.
Fólkatalið vaks sostatt 134 fólk.
Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnarøkinum, sum fjølgaðist 215 fólk.
Í Norðoyggjum og í Vágum vaks fólkatalið níggju fólk í hvørjum.
Í øllum hinum økjunum minkaði fólkatalið tilsamans 99 fólk.
Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið í hesar síðstu 12 mánaðirnar var meira enn tvær ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum.
Størsta minkingin var í Eysturoy, har fólkatalið minkaði 47 fólk.
Í Suðuroy minkaði fólkatalið 10 fólk og í Sandoy minkaði tað 14 fólk og í Norðurstreymoy minkaði fólkatalið 28 fólk.
|