Michael Schjønberg var nýggur maður á 07 Vestur beinkinum. Síðsta sunnudag var Sigtór Petersen nýggjur á 07 Vestur beinkinum. Tá endaði tað við stórsigri ímóti TB. Og við nýggjum manni á beinkinum aftur í dag endaði tað við nýggjum heimasigri.
Seks stig í eina viku ber við sær, at 07 Vestur nú er hoppað av aftasta plássi og fram á áttanda pláss.
07 Vestur var í 3-5-2 útgávu, og tað riggaði at pressa gestirnar frammarlaga á vøllinum. Eftir horna úr høgru stútaði Sonni Ragnar Nattestad við nærra stólpa heimaliðið á odda. Tá var eitt lítið korter farið, og Mikkel Elbæk Jakobsen átti uppleggið.
Tríggjar minuttir seinni var 2-0. Málskjútti var Mikkel Hyllegaard, og tað var eisini hann, sum tíggju minuttir undan steðginum økti um leiðsluna til 3-0. Í fyrra førinum átti Silas Gaard uppleggið, og í seinna førinum átti Filip Drinic, sum átti uppleggið.
Í 5-0 sigrinum skoraði Mikkel Hyllegaard eitt mál og legði upp til trý mál, og í dag skoraði hann tvey mál. Saman við eitt nú Mikkel Elbæk Jakobsen hava hann og hinir saman við Michael Schjønberg av álvara fingið fatur á spælinum.
-Í fyrra hálvleiki tordu okkara menn at spæla, meðan tað eftir steðgin var torførari, og tað er ikki so undarligt, tá ið leiðslan var so trivalig. Málið er at enda omanfyri strikuna, og tí er tað hugaligt longu í dag at vera á áttanda plássi, sigur nýggi 07 Vestur venjarin Michael Schjønberg í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.
Sebastian Lau Nielsen minkaði 20 minuttir undan leikloki um munin til 3-1. Hetta var triðja málið hjá honum í ár. B68 avrikið var merkt av, at lyklaspælararnir Jákup N. Vilhelmsen og Magnus Holm Jacobsen vóru leikbannaðir. B68 spælararnir vístu góðan hugburð, tá ið teir royndu at svara aftur efti soltnu úrtøkuna í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki av álvara at fáa spenning í.
Leygardagin fær B68 vitjan av TB, meðan 07 Vestur í Hólmanum á Eiði fer at royna eftir triðja sigrinum á rað.
07 Vestur – B68 3-1 (3-0)
1-0: Sonni Ragnar Nattestad
2-0: Mikkel Hyllegaard
3-0: Mikkel Hyllegaard
3-1: Sebastian Lau Nielsen
Dómari: Eiler Rasmussen
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jónas Prior, Nicolai Møller Dohn, Sonni Ragnar Nattestad – Casper G. Hansen, Filip Drinic, Mikkel Elbæk Jakobsen, Silas Gaard, Brage Prestmo Hyllegaard – Jonathan Timothy Flensborg, Mikkel Hyllegaard
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Fríði á Borg – Sebastian Lau Nielsen, Tóki á Lógv – Marjus Nón, Hanus Højgaard, Jóhan Josephsen – Martin Klein Joensen










