Nú eru teir komnir langt inn á fjørðin

Um eina løtu taka teir land í Sigmunsgjógv

Sjósvimjararnir, sum løgdu til brots á Stóru Dímun í lýsingini í morgun, eru nú komnir langt inn á fjørðin í Sandvík. Endamálið var at svimja teir 10,5 kilometrarnar inn á Sandvík, og nú eru bara nakrir minuttir eftir til teir taka land í Sigmundsgjógv.

 

Hesa myndina tók Aksel Haraldesen av teimum á veg inn á fjørðin.

 

Les eisini: Sjósvimjarar eru nú á veg inn á Sandvík