Nú eru russisk skip útihýst úr øllum ES havnum

Frá á midnátt at rokna er bannað russiskum skipum at leita sær í ES havnir

Tað er í sambandi við 5. pakkan við revsitiltøkum ímóti Russlandi, sum varð samtyktur 8. apríl 2022.

Føroyar er ikki við í hesum, og tí eru russisk skip framvegis vælkomin í føroyskar havnir.

Landsstýrið hevur spurt seg fyri, men enn ikki fingið at vita, hvørji undantøk eru í sambandi við forboðið hjá ES.

Jenis av Rana hevur sagt, at Føroyar fara ikki at ganga undan við at notka russiskum skipum atgongd í føroyskar havnir. Eisini sigur hann seg hava skilt, at matvørur eru undantiknar hesum banni. Og tá russisk skip í føroyskum havnum føra fisk, so kann hugsast, tað hevði verið undantikið í ES havnum.

Men enn veit landsstýrið ikki, hvørji undantøk eru.

Tey, sum vilja vita meira um, hvat forboðið fevnir um, kunnu lesa meira á hesi slóðini hjá danska Trafikstyrelsen:

eur-lex.europa.eu/legal-content/DA/TXT/PDF/