Hóast metnógvir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, verður landið ikki lukkað niður aftur. Tað gjørdi løgmaður greitt í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum í kvøld.
Men tað kann tó vera, at onkrar avmarkingar koma heilt skjótt. Í morgin fara myndugleikarnir saman við farsóttarnevndini at hava ein kreppufund, og løgmaður roknar við, at ein nýggj útmelding um hetta kemur áðrenn mánadagin.
89 nýggir tilbuðrir vóru nevniliga staðfestir í gjár. Hetta er fyrstu ferð, at so nógvir tilburðir eru staðfestir í einum. Sostatt eru 216 smittað í løtuni, sum eisini er met.
Sambært landslæknanum er tað serliga í norðurøkinum, at smittan hevur breitt seg, eitt nú í Fuglafirði og Klaksvík. Tað er serliga millum børn og ung, sum ikki eru koppsett.
Landslæknin segði í dag, at nú er tamarhald ikki longur á støðuni. Og hann hevur í morgun sent eina áheitan til politisku myndugleikarnar um, hvat nú kann gerast. Viðmælið snýr seg um at minka um sambandið millum ung, serliga tey ungu, sum ikki eru koppsett.
Tí tað er tann ungi málbólkurin, sum er serliga nógv raktur - bæði ung og børn.
– Avbjóðingin er børnini, og nú skulu vit til at læra børnini tað, sum tey vaksnu lærdu í koronatíðini, segði løgmaður í útvarpstíðindunum og sipaði til reinføri og frástøðu.
Um avmarkingar verða gjørdar, so umhugsa myndugleikarnir at gera lokalar avmarkingar. Til dømis á skúlum og øðrum støðum, har ung hittast, og har smittutrýstið er stórt.
Hvørji hesi støðini, segði løgmaður einki um, men tað kann hugsast, at Zarepta verður eitt. Landslæknin segði við in.fo í dag, at tað er serliga tvey tiltøk í heystferiuni, sum er tann heilt stóra smittukeldan nú og tað eru tvær ungdómslegur, sum vóru Zarepta í heystferiuni.
LES EISINI: Nú hava vit mist tamarhaldið á støðuni