Tí á midnátt fóru fleiri av strongu tilmælunum viðvíkjandi koronu úr gildi, og ein vanligur gerandisdagur nærkast nú aftur.
Savniningarmarkið upp á 100 fólk varð tikið av 21. januar, og nú eru hesar broytingar gjørdar:
• Náttarlív og matstovur kunnu hava opið sum vant.
• Sóttarhaldsreglurnar er linkaðar soleiðis, at fólk sum eru koppsett skulu ikki í sóttarhald, um tey hava havt “tætt samband” við ein smittaðan.
• Mannagongdin í samband við koronakanningar er broytt. Tey sum skulu kanna seg fyri korona, gera hetta við eini skundkanning.
• PCR kanningar skulu nú bert nýtast til:
o Fólk við sjúkueyðkenni
o Tøttu kontaktirnar hjá teimum, sum er smittað. Tað vil siga húskið.
o Fólk sum hava fingið positiva skundkanning.
Og frá 15. februar verða hesar broytingar gjørdar í tilmælunum:
• Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at bert tey sum eru smittað, sum skulu í sóttarhald.
Tað vil siga fólk, sum hava eina positiva skundkanning ella positiva PCR kanning.
Og frá 28. februar verða hesar broytingar gjørdar í tilmælunum:
• Allar koronaavmarkingar verða tiknar av.
Hetta er treytað av, at sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti og at aðrir týdningarmiklir stovnar í samfelagnum hava eitt vanligt virksemi.