Nú eru meistararnir fremstir

B36 vann trivaligan 3-1 sigur í nógvum vindi á Vágseiði, og við Margáir endaði tað málleyst, tá ið AB vitjaði

FM vinnararnir í B36 hava í dag verið á Vágseiði. Í viðførinum norður aftur hava meistararnir 3-1 sigur. Úrtøkan ber við sær, at B36 í kvøld er ovast á stigatalvuni. Har verður árstalsfelagið í hvussu so er inntil seinnapartin í morgin, tá ið tríggir dystir eru á skránni.

 Øll B36 málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, tá ið gestirnir á Vágseiði høvdu nógva vindin undan. Hans Pauli Samuelsen skoraði fyri fyrstu ferð fyri B36, tá ið hann við frísparki sendi bóltin undan vindinum og í málið. Tá var eitt korter farið, og eitt korter seinni var støðan 3-0. Bæði málini vórðu skorað eftir horna úr høgru. Miðverjin Hørður Askham stútaði til 2-0, og Ibrahima Camara setti síðsta B36 málið í netið eftir horna og eitt sindur av aftur og fram. Harvið hevur Camara skorað eitt mál í hvørjum av teimum fýra landskappingardystunum í ár.

Palli Augustinussen pyntaði um fyri FC Suðuroy, tá ið hann tríggjar minuttir undan leikloki av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið.

Í 2. hálvleiki vórðu Hanus Thorleifsson hjá B36 og Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy vístir av vøllinum.

Í Streymnesi hevði EB/Streymur vitjan av AB. Liðini løgdu ógvuliga stóran dent á ikki at tapa, og so endaði tað málleyst. Størsta málmøguleikan átti EB/Streymur í síðstu løtu, men innskifti Hanus Olsen, sum var púra blankur frammanfyri málverjanum, setti bóltin skeivu megin stólpan.

Í morgin eru tríggir dystir: Víkingur-KÍ, NSÍ-ÍF og HB-TB.

Støðan: B36 8 stig, NSÍ 6 stig, TB og HB 5 stig, KÍ og AB 4 stig, Víkingur, ÍF og EB/Streymur 3 stig og FC Suðuroy 0 stig.

 

Í dag

FC Suðuroy-B36 1-3 (0-3)

0-1: Hans Pauli Samuelsen

0-2: Hørður H. Askham

0-3: Ibrahima Camara

1-3: Palli Augustinussen

 

EB/Streymur-AB 0-0