Nú eru koyrilíkindini longu versnað aftur

Og Landsverk ávarar um, at tað verður upp aftur verri seinni í kvøld

Tað hevur verið sera ringt veður seinastu dagarnar, og tað er so nógvur kavi komin niður sum sjáldan áður. Men seinnapartin í gjár sleit í og síðani hava menninir hjá Landsverki grivið at kalla uttan íhald fyri at fáa samband aftur.

 

Síðani hevur verið ein skái – men tað vardi ikki longi, tí longu nú, seinnapartin brast hann á aftur við stormi og kavaroki.

 

Landsverk sigur, at longu nú, klokkan 17, er tað ikki koyrandi til eysturbygdirnar á Sandoynni. Tað er heldur ikki koyrandi á Gjáarvegnum, sum sostatt bara var opin nakrar heilt fáar tímar, eftir at Landsverk fekk gravað seg ígjønum beint eftir døgverða í dag.

 

Samstundis er nógv jarðrok á Vestmannavegnum og har eru líkindini sera ring og tað sama ger seg galdandi  á Fámjinsvegnum og á Æðuvíkarvegnum og á Fuglafjarðarvegnum. Tað er heldur ikki koyrandi til Trøllanes, tí har eydnaðist ongantíð at grava ígjøgnum.

 

Samstundis árvarar Landsverk um, at koyrilíkindini kunnu versna út á kvøldið, samstundis sum at vindurin alsamt veksur upp í storm. Tað er eisini hált í øllum landinum.