Nú eru hesir kúllarnir á Spotify

Ein av best umtóktu føroysku tónleikabólkunum er nú komin á Spotify

Á jólum vóru tað stórtíðindi, at mætasti poppbólkurin í søguni, The Beatles, hevði latið sínar sangir til Spotify tónleikatænastana. Harvið kundu góðu, gomlu Beatles-sangirnir stroymast gjøgnum Spotify.

Nú hevur ein føroyskur bólkur tikið somu avgerð, og nú ber til at hoyra allar fimm útgávurnar hjá Páll Finnur Páll á Spotify.

Páll Finnur Páll telist millum best umtóktu føroysku tónleikabólkarnar í nýggjari tíð, og teir eru landskendir við sangunum sum til dømis Forelskaður Sjónleikari, Eg, Fari Mín Egna Veg og Mín Russiski Vinur.