Í dag eru tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap undir Føroyum.
Sambært Fiskamarknaði Føroya koma skipini inn at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.
- Tey trý smærru línuskipini eru eystan fyri. Tey koma inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku.
In.fo kann leggja aftrat, at tey smærru línuskipini eru Volunteer, Fiskivarði og Anru.
- Fimm frystilínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, eitt fiskar í íslendskum sjógvi, og eitt er í Barentshavinum.
In.fo kann leggja aftrat, at frystilínuskipið undir Íslandi er Eivind, og tað er Jógvan I, sum er í Barentshavinum.
- Streymurin verður góður, men veðrið verður helst eitt sindur umskiftandi í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at nakað verður av útróðri, tá løturnar eru.