Øll tey smittaðu hava fingið boð.
2432 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 1588 smittað, trý eru innløgd, harav tveir sjúklingar eru innlagdir av korona, ein er innlagdur av aðrari orsøk.
Smittutrýstið lækkar nú spakuliga fimta dagin á rað. Nú er tað 6,4 prosent. Tá tað var hægst 4. januar var tað 9,6 prosent.
Men talið av smittaðum í miðal seinastu dagarnar, er nú farið langt upp um tey 75, sum landsstýrið ásetti sum mark fyri seta strangari tilmæli í gildi. Nú er talið 227 fólk í miðla um dagin seinastu sjey dagarnar. Tað er 152 oman fyri markið, men av tí at trýstið á sjúkrahúsverkið ikki er vaksið, vera strongu tiltøkini ikki sett í verk.










