Nú eru eisini 'forkvinnur' í Tórshavnar býráð

Frameftir kann almenna starvsheitið hjá einari kvinnu vera nevndarforkvinna, og ein maður kann framvegis nevnast nevndarformaður.

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at broyta starvsheitið »nevndarformaður« til »nevndarforfólk«. Tað merkir, at almennu starvsheitini kunnu vera ávikavist »forkvinna« og »formaður«.

 

Málið varð viðgjørt, eftir at Elsa Berg, borgarstjóri, hevði skotið upp at broyta starvsheitini í kommunustýrisskipanini.

 

Men málið fekk ikki undirtøku frá minnilutanum í býráðnum og varð samtykt við teimum átta atkvøðum hjá samgonguni.

 

Á fundinum løgdu umboðini fyri minnilutan broytingaruppskot um, at starvsheitini bara skuldi verða »forkvinna« og »formaður«. Teimum dámdu ikki heitið neutrala heitið »forfólk«. Men tað broytingaruppskotið varð felt.