Nú eru bert fá øki eftir at digitalisera

? At telefonin verður digitaliserað merkir fyrst og fremst, at ljóðgóðskan í telefonini verður munandi betri. Tónin verður at hoyra, so skjótt tú lyftir hornið, og tú fært møguleikar at nýta allar tær nýggju tænasturnar, Telefonverkið hevur at bjóða, sigur Poul Henrik Poulsen, marknaðarleiðari á TFL

Eirikur Lindenskov


? Tá digitaliseringsútbyggingin í Norðoyggjum er liðug, vanta bert Norðstreym, Sandoy, Hest, Koltur og Nólsoy at verða digitaliserað.

? Hetta vóna vit at fáa frá hondini seinni í ár, sigur Poul Henrik Poulsen, marknaðarleiðari á Telefonverkinum.

Men hvat merkir so tað á vanligum mannamáli, at telefonin verður digitaliserað:

? Hetta merkir fyrst og fremst, at ljóðgóðskan í telefonini verður nógv betri enn higartil. Tónin verður eisini at hoyra so skjótt tú lyftir hornið, og tú fært við hesum eisini møguleika at nýta allar tær nýggju tænasturnar, sum Telefonverkið hevur at bjóða, so sum

? Víðaristilling, har tú kanst stilla telefonina at ringja víðari til annað nummar,

? Boðtóni, so tú hoyrir, um onkur annar ringir - hóast tú tosar í telefon,

? Fastur móttakar, har tað ber til at leggja eitt ávíst nummar í telefonina, ið ringt verður til, tá hornið verður tikið av.

? Sperr, har tú kanst tryggja teg móti, at ringt verður til hvønn Hanus og Janus,

? Vís nummar, har tú sært á telefonini, hvør ringir,

? Notering, har til ber at tín telefon ringir uppaftur av sær sjálvum, um tú hevur ringt eitt nummar, sum er upptikið.

? Men hetta merkir eisini, at tað nú verður betri at brúka internetið, tí signalið nú fer at ganga skjótari hjá teimum, sum higartil hava havt analogt samband, sigur Poul Henrik Poulsen.


Arbeiðið við at digitalisera allar telefonstøðirnar byrjaði í Havn og síðani hevur verið arbeitt út frá Havnini. Digitala sambandið er kortini bara frá støð til støð. Frá eitt nú telefonstøðini í Havn og út til brúkaran er signalið framvegis analogt. Men næsta stigið verður eisini at digitaliserað hetta sambandið, og tá verður gjørligt at nýta tað sokallaða ISDN-sambandið, sum gevur nógvar ferðir betir møguleikar, serliga hjá teimum, sum nýta telefonnetið sum teldusamband.

Onkrir felagagar eru, sum hava fingið ISDN-samband, men enn tó bert á royndarstigi.


Í løtuni verður eisini arbeitt við at umleggja teknologiina á Telefonverkinum. Men her eru ávísir trupulleikar. Ein trupulleiki er arbeiðið við at umleggja Telefonverkið til partafelag. Telefonverkið skal yvirtaka ein part av Kantat-kaðalinum til meginlandið. Er talan um almennan stovn, so verður tað munandi dýrari, enn um talan er um partafelag, sigur Poul Henrik Poulsen.

Tá hesin parturin at Kantatkaðalinum er yvirtikin, verður sambandið munandi betur.

Onnur tøkniligi broyting er, at Telefonverkið í løtuni arbeiðir við at bøta um internetsambandið. Brúkrarar, sum hava uppringt samband, hava merkt, at ofta kann vera trupult at fáa samband. Hetta er tí, at Telefonverkið einans hevur 64 modem til teir umleið 1.000 brúkararnar.

? Modempuljurnar verða nú øktar, tí talið av brúkarum økist alsamt, sigur Poul Henrik Poulsen, sum leggur afturat, at Telefonverkið nú fer at royna at verða framman fyri felagatalið, so sleppast kann undan hesum trupulleika í framtíðini.