Nú eru 669 fólk í sóttarhaldi

Ein persónur er í løtuni innlagdur við koronu

(Modellmynd)

Í gjár kom talið á smittaðum við covid-19 upp á 103 fólk, og tað hevur eisini við sær, at nógv fólk eru farin í sóttarhald.

 

Í løtuni eru 669 fólk í sóttarhaldi. Tað vil siga, at í miðal eru tey góð seks fólk fyri hvønn sjúkan.

 

Ein persónur er í løtuni innlagdur við covid-19.

 

Samanlagt hava 880 føroyingar verið smittaðir við koronu.

 

(Modellmynd)