Hetta seinasta árið, frá 1. apríl í fjør, til 31. mars í ár, minkaði fólkatalið í Føroyum 26. fólk.
Tað vísir ein nýggju uppgerð hjá hagstovuni,
Hagstovan sigur, at 1. apríl 2012 vóru vit føroyingar 48. 270 fólk í talið.
Men í tólvmánaða skeiðinum frá 1. apríl 2012 til 31. mars 2013 var burðaravlopið 212 fólk, og nettoflytingin var minus 238 fólk, og sostatt minkaði fólkatalið 26 fólk.
Sostatt búðu 48.244 fólk í Føroyum tann 31. mars í ár.