Í august mánað í ár vóru 24.025 løntakarar løntakarar í Føroyum og tað er áleið tað sama sum í juli. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.
Í februar mánað vóru gott 23.800 løntakarar í Føroyum og síðani tá hevur talan verið um ein lítlan, men javnan vøkstur, og í august var annar mánaður á rað, at talið á løntakarum var yvir 24.000.
Enn er tó eitt sindur upp 2008, tá ið tað vóru fast í 26.000 løntakarar í Føroyum og sostatt eru enn 2.000 løntakarar færri í Føroyum, enn tað vóru í bestu tíðum, áðrenn kreppuna. Í kreppuni minkaði talið á løntakarum heilt niður á 23.000 løntakarar í 2011, men síðani er tað farið upp eftir aftur.
|