Nú eru 1700 hús og bygningar við

Dagurin í dag er ein stórur dagur fyri tey, sum brúka fjarhita í Havn

Sundsverkið er nú útbygt og sostatt fer tað aftur at lata fjarhitaskipanini avlopshita, og samstundis er Vesturbýurin nú knýttur upp í fjarhitan. Sostatt er eitt dýrt tíðarskeið við umbyggingum og oljuútreiðslum, av.

 

– Dagurin í dag er ein stórur dagur fyri Fjarhitafelagið og fjarhitabrúkarar, tí tvær umfatandi útbyggingar í fjarhitaskipanini eru nú lidnar, sigur Fjarhitafelagið í tíðindaskrivi.  Vit fáa aftur avlopshita frá Sundsverkinum, eftir at útbyggingar hava verið á verkinum, og Vesturbýurin er endaliga knýttur í fjarhitaskipanina. So er her stór orsøk at fegnast, staðfestir Tróndur Sigurðsson, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum í tíðindaskrivinum.

 

– Vit hava nú eitt nógv betri grundarlag at menna fjarhitaskipanina víðari, tí stórar høvuðsleiðingar eru lagdar. Næsta stóra takið er at fáa Hamaran á Argjum upp í skipanina, og tað eru vit í gongd við, sigur Tróndur Sigurðsson.

 

Hesi seinastu árini hava tey havt oljuútreiðslur fyri fleiri milliónir krónur um árið, men hesi báðar seinastu útbyggingarnar hava við sær, at nú sleppa tey undan teimum útreiðslunum. Tað er oljan, tey hava verið noydd at brúka í meðan tey ongan avlopshita fingu frá Sundsverkinum, og talan er um olju, tey hava brúkt til at upphita Vesturbýin, ímeðan vit hava arbeitt við at knýta Vesturbýin upp í fjarhitaleiðingina, greiðir Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum frá.

 

Í Vesturbýnum er talan um stóra bygningarnar Glasir, Skúlan á Fløtum, Skúlaheimið, Bónus, høvuðsskrivstovuna hjá SEV, íbúðarbygningarnar við Landavegin og Musikkskúlan. Umbyggingin á Sundsverkinum hevur við sær, at væl meiri avlopshiti nú fæst frá nýggju motorunum á Sundsverkinum.

 

Seks stórir oljuketlar eru í fjarhitaskipanini, og teir hava verið brúktir, meðan ymisku økini í skipanini hava verið bygd út og knýtt saman. Nú er tað bara oljuketilin á Argjahamri, sum er tendraður, men eisini hann verður sløktur, tá ið tey hava knýtt Hamaran upp í skipanina. Eftir tað vera oljuketlarnir bara ein eyka trygd, skuldi okkurt brek tekur seg upp í skipanini, sigur Hans Christian Dam.

 

Hann leggur aftrat, at tað er altíð eitt umfatandi arbeiði at leggja fjarhitaleiðingar, men at nógv er vunnið, tá ið rørini eru komin at liggja sum ein grønur orkuberi í høvuðsstaðnum. Umleið 1.700 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina, sigur hann.