Nú eru 100 fólk sett í sóttarhald

Men eingin tilburður av koronu er staðfestir aftir

Í gjár var eingin tilburður av koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini frá landslæknanum. Annars vóru nógvar kanningar gjørdar í gjár, heilar 644 vóru tær í tali – og tilsamans eru nú 255.139 koronu-kanningar gjørdar í Føroyum.

 

Annars vóru tríggir tilburðir staðfestir í fyrradagin. Talan var um fólk, sum vórðu smittað í Føroyum, eftir at ein smittaður persónur, sum var komin til Føroya, ikki var funnin í eftirlitinum við markið, og eftir at viðkomandi var funnin.

 

Tí varð nógv gjørt burtur úr at byrgja smittuna inni og eitt nú var ein heilur barnagarður í Havn stongdur í gjár og øll børnini, og starvsfólkini, vórðu sett í sóttarhald. Eisini á øðrum arbeiðsplássum eru fólk sett í sóttarhald, eitt nú hava vit fingið upplýst, at á arbeiðsplássum eru nøkur starvsfólk farin í sóttarhald.

 

Tað merkir, at eftir at 20 fólk vórðu í sóttarhaldið tíðliga í gjár, eru nú 100 fólk í sóttarhaldi í eini roynd at byrgja smittuna inni, og tað er nakað síðani, at so nógv fólk hava verið í sóttarhaldi. Smittan, sum nú er staðfest í Føroyum, er tann enski varianturin av koronu, sum smittar nógv verri enn teir variantarnir, vit eru von við. Fyribils er úrslitið, tað hevur eydnast at byrgja smittuna inni, tí í gjár varð eingin tilburður staðfestir afturat.