Nú er vindeygað opið

Fram til 12. juli ber tað spælarum til at skifta felag

Fótbóltssambandið skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

 

Týsdagin 15. juni læt flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya upp, og verður opin til mánadagin 12. juli klokkan 16:00.

 

Flytingargluggin er galdandi fyri allar spælarar – bæði gentur og dreingir, og kvinnur og menn, 15 ár og eldri, og kunnu spælaraflytingar millum feløg einans fara fram í tíðarskeiðnum, tá flytingargluggin er opin.

 

Tað er tí av stórum týdningi at feløg, venjarar, spælarar, foreldur og onnur tryggja sær, at skrásetingin er røtt, tá flytingargluggin letur aftur, sum hesaferð er tann 12. juli klokkan fýra seinnapartin.