Nú er Víkingur eisini fremst í næstbestu deildini

1. DEILD: Í kvøld vunnu víkingarnir stórsigur á útivølli ímóti KÍ

Í kvøld vann Víkingur í 1. deild 6-0 í Klaksvík. Fýra av teimum ellivu víkingunum, sum vóru við frá dystarbyrjan, vera ivaleyst eisini á listanum mánakvøldið, tá ið besta liðið hjá Víkingi fer at spæla á útivølli ímóti B36

Tað gongur so væl, sum tað ber til við fótbóltinum í Eysturkommunu. Í annaðkvøld fer besta liðið í Gundadal. Tá vera ørindini ímóti B36 at styrkja um trivaliga oddasessin. Í dag var besta kvinnuliðið hjá B36 í Sarpugerði, og gestirnir noyddust suður aftur í Gundadal við 7-0 tapi. Tað ber við sær, at Víkingur er topplið í kvinnudeildini.

 

Í kvøld vóru teir næstbestu hjá Víkingi í Klaksvík, og teir fóru undir aftur fjørðin við trivaligum 6-0 sigri. Úrslitið ber við sær, at Víkingur nú er topplið í næstbestu deildini við 35 stigum. Tað er eitt stig aftur til bæði B36 og FC Suðuroy.

 

Hálvleiksstøðan var 3-0. Málini í fyrra hálvleiki skoraðu Martin Klein Joensen í 7. minutti, og Rani Hansen, sum í smáar tíggju minuttir fram ímóti steðginum skoraði tvey mál.

 

Jarnskorararnir tóku sær av málunum í seinna hálvleiki. Jákup Martin Jarnskor økti um munin til 4-0 í 63. minutti, og minuttin eftir og beinanvegin eftir, at hann varð skiftur inn, varð Fríði Gertsson Jarnskor málskjútti. Hann staðfesti 6-0 sigurin fimm minuttir undan leikloki.

 

Umframt Martin Klein Joensen vóru tríggir aðrir, sum plaga at vera á listanum hjá besgta liðnum, millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. Talan var um Signar á Brúnni, sum var á vøllinum í 63. minuttir, og Inga Jonhardsson og Árna Nóa Atlason, sum vóru á vøllinum í fyrra hálvleiki.

 

Eingin av teimum á KÍ listanum hevur higartil í ár átt nakran leiklut á besta liðnum.   

 

Í kvøld vann Víkingur í 1. deild 6-0 í Klaksvík. Fýra av teimum ellivu víkingunum, sum vóru við frá dystarbyrjan, vera ivaleyst eisini á listanum mánakvøldið, tá ið besta liðið hjá Víkingi fer at spæla á útivølli ímóti B36