Eftir málleysa javnleikin ímóti KÍ í kvøld váttaði B36 venjarin Dan Brimsvík í samrøðu við Trónd Arge í FM1, at felagið hevur keypt Uros Stojanov frá ÍF. Uros Stojanov hevur verið sáttmálabundin í Fuglafirði fram til kappingarlok 2022. Fyri stuttum bjóðaði B36 fuglfirðingum at keypa Uros Stojanov, og tað gekk nevndin í ÍF við til. Tað er altso ikki Uros Stojanov, sum hevur biðið um at verða seldur til B36, men tað er nevndin í ÍF, sum hevur selt Uros Stojanov til B36.
32 ára gamli Uros Stojanov, sum er úr Serbia, kom undan kappingarbyrjan í 2020 til Fuglafirðar og ÍF. Tað gekk stak væl í fjør, tá ið Uros skoraði 17 mál og saman við Klæmint A. Olsen í NSÍ endaði ovast á máltindinum.
Tilsaman hevur Uros Stojanov sambært faroesoccer.com spælt 41 dystir og skorað 24 mál í Fuglafirði
Tá ið ÍF í kvøld tapti 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi, sat Uros Stojanov á ÍF beinkinum allan dystin á tamb.
-Vit hava spælt okkum til nógv innlegg, men vit hava ikki havt mannin í brotsteiginum, sum í røttu løtu hevur verið á rætta stað at stýra bóltin í málið. Nú hava vit fingið tann mannin, segði B36 venjarin Dan Brimsvík í samrøðu við FM1.
Og fyri løtu síðani skrivaði B36 soleiðis á b36.fo:
B36 hevur í kvøld skrivað sáttmála við Uros Stojanov.
Serbiski áleyparin hevur í hálvtannað ár spælt við ÍF, og har hevur hann víst seg sum ein sera málfarligan harra, sum hevur skotið 24 mál í 41 dystum fyri fuglfirðingar. Talan er um ein áleypara, sum avgjørt veit, hvar málið stendur, og sum er sterkur kropsliga og í luftspælinum.
Sáttmálin við Uros er galdandi fram til kappingarlok 2022.










