Nú er tolið uppi

- Vit hava meldað tvey føroysk skip fyri at bróta lógina, men einki hendur og tí verður fútin í Føroyum nú kærdur til ríkispolitiovastan

Nú er tolið uppi. Hendir einki í hesi vikuni, verður fútin í Føroyum kærdur til ríkispolitiovastan.

Tað er Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sum hevur mist tolið.

 

Tvær ferðir í ár hevur hann meldað tvey førosyk fiskiskip, Klakk og Eivind, fyri at hava tveir maskinmenn við, hóast teir ikki hava pappírini ílagi. Í øðrum førunum hava teir heldur ikki teir førleikar ið krevjast fyri at fáa pappírini í lagi og í hinum førunum hevur skipið verið tríggjar túrar við bara einum maskinmanni, hóast kravið er, at tveir skulu vera við.

Men Páll Hansen sigur, at hvørki løgreglan, Vørn ella Sjóvinnustýrið lata við seg koma.

 

Hóast annað málið varð meldað longu í apríl, og hitt fyri einum mánað síðani, er snøgt sagt einki hent, sigur Páll Hansen.

Tað einasta, tey hava fingið, er ein ”slutur fyri ein slatur” um, har myndugleikar skjóta ábyrgdina frá sær og senda málini ímillum sín.

Hinvegin sigur hann, at prógvini eru so mikið greið, at tað skuldi ikki verið nógv bein í at loyst málini og at steðga skipunum.

 

- Málini verða blakað frá Peri til Pól, ongin tykist hava nakra ábyrgd, og skipini sigla framvegis. Tað kann vera, at myndugleikarnir ikki halda hetta vera so álvarsligt, men hetta snýr seg altso um trygdina umborð, bæði fyri skip og manning, sigur Páll Hansen.