Tey bæði umførini í dag í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar eru av. Í toppinum vann Rógvi Egilstoft Nielsen 1,5 stig, og Hans Kristian Simonsen vann 2 stig. Harvið er Rógvi eitt hálvt stig undan Hans Kristiani, nú tað resta trý umfør.
Í kvøld vann Rógvi E. Nielsen við svarta fólkinum á Andriasi Danielsen, sum legði kongin, tá ið svart álop bar við sær, at hvíta frúgvin varð á veg av borðinum. Hans Kristian Simonsen fekk fulla úrtøku ímóti Herlufi Hansen, og tá ið tað endaði remis millum Eyðun Nolsøe og Martin Poulsen, so sigur støðutalvan nú, at tað er eitt hálvt stig frá Rógva og aftur til Hans Kristian, og at Eyðun Nolsøe á triðja plássi er hálvtannað stig frá fremsta plássinum.
Eftir fína gongd í fleiri umfør var tað óvæntað, at Finnbjørn Vang í kvøld tapti ímóti Heiðriki T. Jacobsen. Eftir soltna byrjan eru Høgni Egilstoft Nielsen og Ólavur Simonsen so spakuliga ressaðir við. Í kvøld endaði talvið teirra millum remis. Harvið hevur Ólavur Simonsen togað seg upp á fjórða plássið, eftir at hann einki fekk burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum.
Sjeynda umfar verður klokkan 14 í morgin. Tá verður brøðrauppgerð millum Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen, og væl upplagdi Hans Kristian Simonsen fer at sita yvirav Ólavi Simonsen.
Støðan eftir seks umfør
Rógvi Egilstoft Nielsen 5,5 stig
Hans Kristian Simonsen 5 stig
Eyðun Nolsøe 4 stig
Ólavur Simonsen 3,5 stig
Finnbjørn Vang, Martin Poulsen og Høgni Egilstoft Nielsen 3 stig
Heiðrikur T. Jacobsen 1,5 stig
Andrias Danielsen 1 stig
Herluf Hansen 0,5 stig
Skírisdag klokkan 14
Rógvi Egilstoft Nielsen – Høgni Egilstoft Nielsen
Heiðrikur T. Jacobsen – Andrias Danielsen
Martin Poulsen – Finnbjørn Vang
Herluf Hansen – Eyðun Nolsøe
Ólavur Simonsen – Hans Kristian Simonsen