Milum eitt lágtrýst vestan fyri Skotland og eitt hátrýst yvir Skandinavia streymar heit luft eina tíð yvir Føroyar av landsynningi og eystri. Týsdagin og mikudagin flytir eitt lágtrýst seg til Føroya av landsynningi og hevur regn og ælaveður við sær.
Mánadagin verður gott veður við einum guli til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 metrar um sekundið, í støðum upp í strúk í vindi, 13 metrar um sekundið. Turt og nakað av sól. Hitin millum 13 og 18 stig, heitast vestanfyri. Um náttina verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið, framvegis turt og klárt veður og um 12 stig.
Týsdagin verður eitt lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið. Fyrst verður sól, men sum frá líður skýggjað og um kvøldið og náttina regn í støðum. Hitin um dagin millum 13 og 18 stig, um náttina niður í 10 stig.
Mikudagin verður eitt lot til eitt gul av ymsum ættum, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og okkurt æli, men eisini møguleiki fyri sól seinnapartin. Hitin upp í 12 stig. Um náttina verður eitt lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið. Sum frá líður klárar í, og tað verður turt. Hitin um 10 stig.
Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður ymsa staðni. Hitin alt døgnið millum 10 og 13 stig.
Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og møguliga okkurt æli. Hitin alt døgnið millum 10 og 13 stig.
Leygardagin verður eitt lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli og hitin alt døgnið millum 10 og 13 stig.