Nú er Steffan fyrrverandi løgtingsmaður

Stefan Klein Poulsen úr Miðflokkinum er ikki løgtingsmaður meira.

Á tingfundinum í morgun mátti Steffan Klein Poulsen sita á oyraraplássinum, nú hann brádliga ikki longur er løgtingsmaður Mynd: Álvur Haraldsen

Hann hevur havt sæti á tingi fyri Jenis av Rana síðani samgongan varð skipað tann 14. september í 2019 og tók við sum tingmaður, tá Jenis av Rana gjørdist landsstýrismaður 16. september í 2019.

Men tá Jenis av Rana í dag er frákoyrdur sum landsstýrismaður, verður hann samstundis tingmaður aftur. Ein løgtingsmaður, sum verður tilnevndur landsstýrismaður skal í farloyvi úr Løgtinginum, men í somu løtu hann fer frá sum landsstýrismaður er hann aftur tingmaður.

Tí er Steffan Klein Poulsen ikki longur løgtingsmaður.

Og ikki nóg mikið við tí, hann fær heldur onga løn eftir at hann er farin úr starvi. Hann skal helst eisini gjalda aftur lønina, sum hann hevur fingið sum løgtingsmaður fyri november.

So strangar eru reglarnar, tá talan er um varafólk á tingi. Hinvegin fær Jenis av Rana 76.000 krónur í løn sum landsstýrismaður í seks mánaðir, eftir at hann er farin úr starvi. Men hetta tíðarskeiðið fær hann tó ikki løn sum løgtingsmaður.

 

Miðflokkurin fekk tveir tingsessir á løgtingsvalinum 31. august í 2019. Atkvøðubýtið hjá teimum fimm ovastu var hetta:

 

1. Jenis av Rana    471

2. Bill Justinussen    371

3. Steffan Klein Poulsen    243

4. Tordur J. Niclasen    154

5. Ragnar Ludvig    74

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

Á tingfundinum í morgun mátti Steffan Klein Poulsen sita á oyraraplássinum, nú hann brádliga ikki longur er løgtingsmaður Mynd: Álvur Haraldsen