Ósemjan í skúlanum í Vestmanna hevur nú tikið eina nýggja vend. Tað er hent, nú KvF visti at siga, at skúlastjórin, Alis Jóna Højsted, er send til hús, og har skal hon verða verandi til støða er tikin til eina kæru um hana frá 18 av teimum 23 lærarunum í Vestmanna.
Í KvF varð upplýst, at skúlastjórin er »fríttstillað«, men Poul Geert Hansen, aðalstjóri í mentamálaráðnum sigur, at støðan er tann, at hon er frítikin fyri tænastu til heystferiuna. Og tað merkir sostatt, at hon skal ikki møta til arbeiðis hesa tíðina, og í heystferiuni væntar aðalstjórin, at støða er tikin til kæruna, og hvat ið so fer at henda, veldst so um, hvat niðurstøðan av kæruni verður.
Tað var beint fyri summarferiuna, at 18 av 23 lærarum í Vestmanna sendu myndugleikunum eina umfatandi kæru um skúlastjóran.
Les meiri her: Alt siglur í skúlanum í Vestmanna
Síðani hevur støðan verið eitt sindur ógreið. Skúlastjórin varð sjúkameldaður, og tá ið hon kom aftur, gav hon varaskúlastjóranum ætlanarskriv um uppsøgn. Tað málið er enn í viðgerð, nú skúlastjórin er farin til hús.
Poul Geert Hansen sigur, at nú verður tað so virkandi skúlastjórin, Eyðdis Eidesgaard, sum skal taka støðu til ætlanarskrivið um at siga varaskúlastjóran upp, og tað málið gongur sína gongd.
Men hann viðgongur, at støðan er eitt sindur sermerkt, tí mentamálaráðið er kærumyndugleikin í sambandi við ætlanarskrivið um at siga varaskúlastjórin upp. Mentamálaræðið er eisini kærumyndugleiki í sambandi við kæruna um skúlastjóran.
Nú er støðan tann, at skúlastjórin, sum ætlar at siga varaskúlasjóran upp, er frítikin fyri tænastu. Samstundis er eitt hoyringsskriv komið frá varaskúlastjóranum, og tað er nú í viðgerð. Og gongur avgerðin henni ikki á møti, kann hon kæra til mentamálaráðið.