Nú er ein semja komin undir land ímillum landsstýrið og kommunurnar um eldraøkið. Kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið á nýggjárinum, men tað hevur verið stór ósemja ímillum landsstýrið og kommunurnar um, hvussu stórt endurgjald, kommunurnar skulu hava úr landskassanum fyri at yvirtaka eldraøkið.
Men Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, sigur, at nú er ein semja undir landi. Hann sigur, at tað, sum nú liggur í kortunum, er, at kommunurnar fáa 413 milliónir krónur um árið fyri at yvirtaka eldraøkið. - Hetta er tað nærmasta, vit koma til, leggur hann afturat. Málið er sent kommununum til viðmerkingar, men tær eru ikki komnar aftur inn.
Heðin Mortensen sigur, at viðmerkingarnar frá kommunum verða so avgerðandi fyri, um ein avtala ímillum kommunurnar og landsstýrið verður undirskrivað í næstum. Men formaðurin í Kommunufelagnum sigur, at tað eri hvussu so er greitt, at endurgjaldið til kommunurnar verður ikki minni enn 413 milliónir krónur.
|