Bráðtíðindi: Nú er semja um at avtaka bummgjøld

Politikarar úr samgonguni hava avtalað, hvussu tað skal gerast – og semja er eisini um at broyta prísin á ferðaseðlum hjá Strandferðsluni

Samgongan hevur nú gjørt eina politiska semju um at avtaka bummgjøldini í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum. Tað sigur Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Samgongan hevur havt ein samferðslubólk, og Jákup Mikkelsen sigur, at hann er nú liðugur við sítt arbeiði. Í bólkinum hava sitið Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Jákup Mikkelsen og Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, umframt Jaspur Langgaard og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum.

 

Hann sigur, at ein semja í arbeiðsbólkinum er at avtaka bummgjaldið í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum. Samstundis verða partafeløgini tikin av, og tunlarnir verða latnir Landsverki at umsita. Men harumframt er semja eisini um, at ein ávís upphædd skal setast av á fíggjarlógini til at reka tunlarnar fyri. Endaliga upphæddin er ikki greið enn, men talan verður um 10-15 milliónir um árið, sum skulu setast av á fíggjarógini, og sum skulu markast til at reka Vágatunnilin og Norðoytunnilin fyri. Hann sigur, at helst verða einar fimm milliónir eisini settar av til at gera neyðugar ábøtur. Hinvegin eiga tunlarnir einar 50 milliónir á bók, og tær fella so í landskassan, sigur Jákup Mikkelsen.

 

Samstundis hevur samferðslubólkurin gjørt semju um, at Strandferðslan skal leggjast í eitt alment partafelag, og harafturat er semja um, at tað skal vera bíligari at ferðast við strandfaraskipunum hjá teimum, sum búgva á oyggjum, sum skipini sigla til. Hinvegin skulu útlendingar rinda meiri fyri ferðaseðilin.