Nú er semja gjørd - sluppu undan verkfalli

Fyri eini løtu síðani varð semja skrivað undir

Her verður sáttmálin undirskrivaður

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið hava í nú skrivað undir  semju við Starvsfelagið, um ein trý ára sáttmála, galdandi frá 1. oktober 2021 til 1. oktober 2024.

 

Partarnir hava samráðst í alt heyst, men nakað fyri jól varð semingsmaðurin boðsendur. Korona hevur tarnað semingsroyndunum, men fyrr í vikuni varð lagt til brots. Í gjár løgdu semingsmenninir so semingsuppskot fyri partarnar og tað hava allir partar góðtikið. Sostatt varð nýggjur sáttmáli skrivaður undir fyri eini løtu síðanil

 

Eftir semjuni hækka lønirnar soleiðis:

 

  • Tann 1. januar 2022 hækka lønirnar 1,25 %.
  • Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar á lønarstigunum 1-20, 740 krónur og á lønarstigunum 20-50 hækka lønirnar 540 krónur.
  • Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar 2,75 %.

 

Hetta svarar til ein samlaðan lønarkarm upp á 6,2 % í hesum trý ára skeiðnum.

 

Umframt lønarbroytingarnar eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum millum ávikavist Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið og Starvsfelagið. 

 

 

 

Her verður sáttmálin undirskrivaður