Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag og Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Nú er røringur í – kann føra til samráðingar

Tað kann føra til, at samráðingarnar verða tiknar uppaftur, men neyvan fyrr enn hósdagin

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag og Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Arbeiðarafeløgini hava sent út eina áheitan til arbeiðsgevarar um at taka samráðingarnar uppaftur. Tað bendir á, at nú er trýst komið á, og at arbeiðarafeløgnini vilja hava arbeiðsgevararnar eftir til samráðingarborðið.

Arbeiðarafeløgini reisa tó ein iva um semingsstovnin og siga soleiðis:

»Semingin hjá Semingsstovninum hevur ikki borið á mál, og tí er brennandi spurningurin, um partarnir ikki sjálvir eiga at taka ábyrgd av sáttmálaøkinum og sessast aftur við borðið fyri at finna loysnir«.

Hetta kundi bent á, at tey vilja royna samráðing uttan semingsstovnin. Men tað er valla hugsandi, at tað fer at henda nú. 

Tað sum uttan iva hevur týdning fyri arbeiðsgevararnar, er at arbeiðarafeløgini nú vilja samráðst.

Síðani seinastu semingsroynd hava arbeiðsgevararnir flutt seg 2 prosent og vilja nú góðtaka semingsuppskotið, sum var upp á 11,1 prosent lønarhækking í tvey ár.

Semingsroyndin í síðstu viku varð av ongum, tí at arbeiðarafeløgini hildu fast við sítt krav og vildu ikki flyta seg. Høvdu tey flutt seg í sama mun sum arbeiðsgevararnir, so var kravið hjá teimum kanska komið niður á 13 prosent, og so vóru bara 2 prosent eftir at berjast um.

Tað er lítið sannlíkt, at nakað hendir í dag. Men tað at partarnir nærkast kann merkja, at dagurin í morgin verður brúktir til at vita, um tað ber til at fara undir eina nýggja semingsroynd. Tann semingsroyndin verður so kanska hósdagin. Og ein slík semingsroynd kann verða drúgv. Tað er sannlíkt, at hon tekur meira enn ein dag – tað vil siga, at bæði hósdagurin og fríggjadagurin kann ganga við semingsroynd, og so fyriliggur kanska eitt semingsuppskot fríggjakvøldið – sum sjálvandi kann blíva vrakað – men tað kann eisini verða samtykt.

Ilt er at vita, hvussu leikur fer. Men staðfestast kann, at nú er røringur aftur komin í naggatódnina, sum hevur verið síðani hósdagin í síðstu viku.

 

 

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag og Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag