Revsingin fyri at bróta skilhaldsreglurnar eru nú meiri enn tvífaldaðar í summum førum. Tað upplýsur politiið í eini fráboðan í dag.
Skilhaldsreglurnar vórðu settar í gildi í Føroyum 1. januar 2021 og tær komu í staðin fyri gomlu politiviðtøkurnar. Í teimum stendur at tað er revsivert at órógva almenna friðin. Vanligastu brotini á skilhaldsreglurnar fara fram í náttarlívinum, tá nógv full fólk eru savnað, sigur løgreglan.
Tá nýggju reglurnar komu í gildi, varð støða ikki tikin til, hvat bótin skuldi vera. Av tí, at støða ikki var tikin til hetta, hevur bótin bara verið tann sama sum hon var fyri at bróta gomlu politiviðtøkurnar Tað merkir at bótin fyri at órógva almenna friðin hevur verið 600 krónur, men fyri bardagar, ella illstøður, sum órógva onnur á almennum staði, hevur bótin verið 800 krónur.
Løgreglan hevur hildið, at revsingin hevur verið ov lin. Bótin er nevniliga ikki hækkað í hesi øldini og tí hevur tað ongan fyribyrgjandi týdning havt, og samstundis hevur tađ heldur ikki veriđ ein revsing, sum kann merkjast.
Tí hevur ákæruvaldi lagt tvey mál fyri Føroya Rætti við kravið um, at bótin skal hækka. Ákæruvaldið legði við upp til, at bótin, sum var 600 krónur, skuldi hækka upp í 1.500 krónur og bótin, sum var 800 krónur, skuldi hækkast upp í 3.000 krónur. Hesum tók dómarin í rættinum undir við, sigur løgreglan.