Nú er Real Madrid meistari og Carlo søguligur

La Liga: Við greiðum sigri á Espanyol hevur Real Madrid vunnið sítt 35. meistaraheiti

Við 4-0 sigri á Espanyol er Real Madrid spanskur meistari fyri 35. ferð. Samstundis er Carlo Ancelotti fyrsti venjarin, sum vinnur meistaraheitið í teimum fimm stóru landskappingunum. Real Madrid hevur verið sannførandi meginpartin av kappingarárinum, og hevur ikki verið nakar ivi seinastu tíðina, at høvðusstaðarfelagið fór at vinna meistaraheitið. Rodrygo skoraði tvær ferðir, meðan Marco Asensio og Karim Benzema settu punktum á degnum.

 

Spælarar og viðhaldsfólk hava fegnast um meistaraheitið, og myndir av fegnum spælarum eru farnar kring alt Evropa. Serliga myndir við Carlo Ancelotti, har hann við sólbrillum roykir eina sigar. Fyrrverandi miðvallarin, sum hevði sína stórheitstíð í AS Roma og AC Milan sum spælari, hevur vunnið meistaraheitið sum venjari í Italia, Onglandi, Fraklandi, Týsklandi og nú bendir alt á, at hann eisini vinnur tað spanska meistaraheitið.

 

Tað hevur ongin klárað undan honum. Carlo Ancelotti vann í 2003 italska meistaraheitið við AC Milan. Í 2010 førdi hann Chelsea til meistaraheitið í Onglandi og trý ár seinni vann hann franska meistaraheitið við PSG. Í 2017 vann hann Bundesliguna í Týsklandi við Bayern Munchen. Real Madrid spælir mikukvøldið móti Manchester City í seinnu hálvfinaluni í Champions League. Manchester City vann fyrru hálvfinaluna á heimavølli 4-3.