Tað var tætt, og tað var sera spennandi, tá ið 8-mannaførini kappaðust á jóansøku á Tvøroyri í dag.
Argjabáturin fekk besta startin, men tað var skjótt, at talan var um sera tætta kapping millum Tofta Regin úr Vági, Heiðabátin av Glyvrum og Argjabátin.
Fram ímóti endaspurtinum var Heiðabáturin undan, men í sjálvum endaspurtinum var tað hjá Argjabátinum, at tøkini munaðu mest, og tá ið bátarnir fóru um málið, var Argjabáturin reingina undan fremsta avbjóðaranum, meðan Tofta Regin misti meiri í sjálvum endaspurtinum.
Argjabáturin og Heiðabáturin hava vunnið hvør sínar tveir róðrar, og harvið er tað púra opið í FM kappingini.
1 | Argjabáturin | 05:01.00 | ||
2 | Heiðabáturin | 05:01.10 | ||
3 | Tofta Regin | 05:06.13 |
1 | Argjabáturin | 26 | ||
2 | Heiðabáturin | 26 | ||
3 | Tofta Regin | 20 |