Tey, sum sita spent og bíða eftir kjaksendingini, Óli Breckmann, plagdi at hava á Rás2 seinnapartar mikudagar, bíða til fánýtis.
Óli Breckmann er farin í feriu, og sendingin seinasta mikudag var tann seinasta í hesum umfari.
Tað er óvist, nær sendingin verður aftur, helst verður tað ikki fyrrenn eftir løgtingsvalið seinni í ár.
Óli Breckmann hevur nú í tveir vetrar havt kjaksendingar á Rás2 hvønn mikudag, og hann heldur, at tær hava verið bæði undirhaldandi og upplýsandi.
Og hann heldur enntá, at sendingin hevur næstan fingið kult-støðu, tí tað eru rættiliga nógv, sum trúføst hava lurtað mikudag eftir mikudag – hóast verri enn so øll hava verið samd við tí, sum sagt hevur verið, ella mátanum, tey ymsu pallborðini eru samansett upp á.