Nú er nokk!
Rigmor Dam í Javnaðarflokkinum, heldur, at tá ið BankNordik, gjørdi av at leggja avgjald á summi av teimum, sum hava kontu í bankanum, var tað at fara ov langt.
Tí hevur Javnaðarflokkurin nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at forbjóða bankunum at krevja ómaksgjald frá fólki, bara fyri at umsita lønarkontu hjá fólki og fyri at lata fólk taka pengar av eini lønarkontu.
Les eisini: Lurta eftir skilagóðum grundgevingum
Og hóast bankin nú hevur strikað ómaksgjaldið, heldur Rigmor Dam framvegis, at Løgtingið eigur at samtykkja uppskotið.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví hon heldur tað.
|









