Nú er Noah kunngjørdur í Bryne FK

Víkingur hevur selt Noah Mneney til norska Bryne FK í næstbestu deildini

Mynd: (Brynefk.no)

Víkingur hevur selt Noah Mneney til norska Bryne FK í næstbestu deildini. Tað er felagið hjá Rógva Baldvinsson, sum hevur spælt fleiri landsdystir fyri føroyska A-landsliðið. In.fo hevur um vikuskiftið skrivað, at skiftið var í gerð, men at einki varð alment váttað, hóast keldur váttaðu tíðindini fyri in.fo.

 

Noah Mneney hevur gjørt sáttmála fyri komandi trý árini. Stríðsmaðurin á miðjuni hjá Víkingi gjørdi annars nýggjan sáttmála fyri kortum, og tá var ætlanin at halda fram í Føroyum í eitt tíðarskeið afturat, men málið var altíð at koma til útlandið at spæla.

 

Noah Mneney hevur verið at kalla fastur maður á miðvøllinum hjá Víkingi seinastu trý árini, og hevur verið fastur maður á U21-landsliðnum. Hann er 20 ára gamal og skifti til Víking frá ÍF í 2019.

 

Einki verður upplýst um hvussu nógv Bryne FK hevur rindað fyri fuglfirðingin í Víkingi.

 

Mynd: (Brynefk.no)