Nú er Mikkel greiður toppskjútti

Danski áleyparin skoraði hatttik í gjár og er nú fýra mál fremst á toppskjúttaralistanum

Fleiri av toppskjúttunum eru farin at røra upp á seg í seinastu umførunum í landskappingini. Í gjár gjørdi danski áleyparin hjá HB, Mikkel Dahl, hol í sjógvin, tá hann skoraði hattrik móti TB. Hann er nú fýra mál fremst á toppskjúttaralistanum.

 

Mikkel Dahl hevur skotið tjúgu mál í landskappingini higartil. Síðani kemur Páll A. Klettskarð úr KÍ við 16 málum. Síðani koma tríggir spælarar við 14 málum. Teir eru Andreas Lava Olsen úr Víkingi, Bob Sumareh úr KÍ og Klæmint A. Olsen úr NSÍ.

 

Klæmint A. Olsen fekk eisini hattrik í farnu viku, og skoraði sigursmálið móti B68 sunnudagin. Hann hevur søguligur toppskjútti í føroyskum fótbólti. Í fjør eydnaðist eisini honum at koma ájavnt við Uros Stojanov á toppskjúttaralistanum, eftir eina heldur misjavna byrjan upp á málskjótingina.

 

Eftir dystin í gjár er Mikkel Dahl stórfavorittur at blíva toppskjútti, tí hann hevur eisini ein dyst til góðar í mun til kappingarneytarnar. Hartil er einki av málunum komið upp á brotsspark.