Nú er Messi á veg til París

Lionel Messi og Paris Saint Germain eru komin ásamt um ein tvey ára sáttmála

Lionel Messi og Paris Saint Germain eru komin ásamt um ein tvey ára sáttmála, við einum møguleika fyri einum triðja ári. Tað skriva miðlar sum Sky Sports og CNN, umframt teir av ítróttarjournalistunum á Twitter, ið fylgja støðuni.

 

Um vikuskiftið brast bumban, sum ongin í Barcelona ynskti. FC Barcelona hevur ikki ráð at leingja sáttmálan við Lionel Messi, sum seinastu 21 árini hevur verið partur av katalanska stórfelagnum. Síðani hevur verið gitt, at hann er á veg til Paris Saint Germain.

 

Tað hevur ikki verið nakar ivi um, at hann er á veg til franska høvðusstaðin og í dag tykist fyri vist, at partarnir eru komin ásamt um ein tvey ára sáttmála. Eitt nú skal pápi og umboðsmaðurin hjá Lionel, Jorge Messi, hava sagt á fløgvøllinum í Barcelona, at hann sonurin skiftur til PSG.

 

Paris Saint Germain hevur eisini bjóðað til tíðindafund í morgin.