Nú er Mallorca gult: Atlantsflog heldur fram at flúgva

Tað er ikki stórur munur á, hvussu man skal fyrihalda seg, sigur Jóhanna á Bergi, nú koronastøðan í Mallorca er broytt

Tá Atlantic Airways um mánaðarskiftið byrjaði at flúgva til sponsku feriuoynna Mallorca, varð Mallorca grønt á listanum hjá myndugleikunum. At eitt øki er grønt merkir, at tað ikki verður frámælt at ferðast har til, men at man sum ferðandi skal brúka sunnan fornuft.

 

Hóast nógvir smittutilburðir vórðu staðfestir í Mallorca, dagarnar áðrenn Atlantic byrjaði at flúgva, metti flogfelagið, at tað væl var ráðiligt at flúgva til hesa oyggj, tí almennu tilmælini loyvdu tí. 

 

Men nú er støðan ein onnur. Danska uttanríkisráðið hevur fyri lítlari løtu síðani broytt vegleiðingina um ferðing til Mallorca - nú er Mallorca ikki grønt longur, men gult. Hetta merkir millum annað, at ferðandi skulu vera eyka varin, og ferðandi til Danmarkar úr Mallorca skulu lata seg kanna, tá tey eru komin aftur til Danmarkar.

 

Men hetta fer ikki at ávirka flúgvingina hjá Atlantic Airways til Mallorca í summar, sambært Jóhannu á Bergi, stjóra. Tí har er sum so ikki tann stóri munurin á grønum og gulum økjum, tá tað kemur til, hvussu man sum ferðandi úr Føroyum skal fyrihalda seg.

 

– Sambært vegleiðingunum hjá danska uttanríkisráðnum skal man lata seg kanna við komu til Danmarkar, tá man kemur úr gulum øki. Men vit flúgva beinleiðis millum Føroyar og Mallorca, og vit kanna longu við komu. So í roynd og veru hava vit longu gjørt meira, enn kravt verður, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Vegleiðingin hjá danska Uttanríkisráðnum sigur eisini, at man skal vera eyka varin, tá man ferðast til gul lond. Men tað eru føroyingar longu, meina tey í Atlantic Airways.

 

– Vit tulka hetta sum, at tað ikki verður stór broyting, tí vit vita, at føroysk ferðandi bæði brúka sunnan fornuft og eru eyka varin, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Um Mallorca verður appilsingult, so kemur tað undir, at man skal umhugsa, um ferðin er neyðug. Hendir tað, so verður flúgvingin til Mallorca helst steðgað.

 

– Stuttleikaferðir eru ikki neyðugar, og tá mugu vit veruliga fara at hyggja at tí. Tí um so er, so duga vit ikki at síggja, at vit kunnu halda fram at flúgva har til, sigur Jóhanna á Bergi.