Maðurin, sum varð funnin lívleysur á sjónum við Kongabrúnna í Havn fyrr í kvøld, er nú deyður. Tað sigur løgreglan beint nú. Tað var fyrr í kvøld, at løgreglan varð boðsend at leita eftir einum manni, sum ikki var komin aftur í aftur, eftir at hann var farin oman í bátin, sum lá við bátabrýrnar við Kongabrúnna.
Hann var farin at hyggja at bátinum, hann hevði liggjandi við bátabrýrnar, men tá ið hann ikki kom aftur, fóru avvarandi at leita. Men tá ið tey heldur ikki funnu hann, varð ringt til løgregluna. Tá ið løgreglan kom til bátin, gekk motorurin, men maðurin var ikki at síggja. Men eina løtu seinni, fann løgreglan mannin, sum var komin væl til árs, á sjónum, niðri ímillum bátarnar. Sjúkrabilur varð boðsendur og maðurin var alt fyri eitt fluttur á landssjúkrahúsið. Maðurin var lívleysur og fyri lítlari løtu síðani fekk løgreglan deyðsboðini av manninum.
|