Nú er Liverpool næstfremst

Við sannførandi 3-0 sigri ímóti Southampton togaði Liverpool seg framum Arsenal og Manchester City

Tað er sera gott lag í Liverpool leguni í kvøld. Spurnartekin var sett við, hvussu tað fór at roynast á útivølli í Southampton í dag. Í kvøld er ferðalagið á veg norður eftir aftur við fullari úrtøku. Liverpool vann 3-0, og nú hava Luis Suarez, Raheem Sterling og Steven Gerrard, sum skoraðu málini, og liðfelagar teirra rættiliga bjóða av í kappingini um meistaraheitið.

Í kvøld er Liverpool næstfremst – fýra stig aftanfyri Chelsea og við sama stigatali sum Arsenal. Manchester City hevur spælt tveir dystir færri enn hini liðini, sum kappast í toppinum, og hevur tvey stig færri enn Arsenal og Liverpool.

Í februar skoraði Luis Suarez einki mál. Dysturin fyrsta dagin í mars var bara eitt korter gamalur, tá ið Luis Suarez setti hol á. Heimaliðið svaraði aftur og var nærgangandi fleiri ferðir bæði undan og fyrstu løtuna eftir steðgin, men tað var Liverpool, sum skoraði málini. Tá ið Raheem Sterling tvífaldaði leiðsluna, var tað Luis Suarez, sum átti uppleggið, og tá ið liðformaðurin Steven Gerrard umsetti brotsspark til mál, var tað eftir at Luis Suarez hevði tiltuskað sær brotsspark.