Nú er Lis stjóri á bryggjarínum OY

OY styrkir um leiðslutoymið, og Petur Øl, sum vil vera nærri kundanum, skal taka sær av sølu burturav

 

Nú skjótt eitt ár er liðið, síðan OY lat dyrnar upp, og gongd veruliga er komin á framleiðsluna, hevur Petur Øl ynskt at koma nærri kundanum.

Tað skrivar bryggjaríið OY í tíðindaskrivi. Petur Øl, sum er eitt kent andlit í ølvinnuni og ímyndin av góðari tænastu, verður framyvir sølustjóri í OY, og kemur sostatt at taka sær av sølu burturav.

Nýggi stjórin í OY eitur Lis Waagstein. Lis er 36 ára gomul, er bankalærd og hevur eisini útbúgving innan fíggjarbúskaparfrøði. Seinastu fimm árini hevur hon rikið handlarnar Sheep, sum hon sjálv eisini átti.

Við drúgvu royndunum hjá Lis frá vinnulívinum, royndunum hjá Peturi Øl frá ølvinnuni saman við dugnaliga bryggjaranum Alessandro Ersettigh Picinich, gleða vit okkum til spennandi tíðir fyri framman.

Leiðslutoymið í OY sær nú soleiðis út:

Lis Waagtein, stjóri

Petur Øl, sølustjóri

Alessandro Ersettigh Picinich, høvuðsbryggjari