Nú er liðugt við góðveðri

Í morgin fer vindurin at vaksa, og um vikuskiftið verður kaldari

Veðrið hevur verið av tí besta seinastu fimm dagarnar, men nú roknar Føroyska Veðurstovan við, at veðrið fer at broytast – til tað verra.

 

Í dag vera 5-10 m/s av útsynningi og vestri. Tað verður skýggjað og turt fyri tað mesta.

 

Í morgin verða 8-13 m/s av útsynningi, í støðum upp í 15 m/s. Samdrigið og sum frálíður regn av vestri. Hitin verður millum 3 og 8 stig.

 

Leygardagin vera 8-13 m/s av útnyðringi. Út á dagin vaksandi upp í 10-15 m/s. Skýggjað og turt, men møguleiki fyri einstøkum kavaælum. Hitin verður millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Sunnudagin vera 10-15 m/s av útnyðringi og norði. Skiftandi skýrak og kavi ella kavaæl. Hitin verður millum 3 kuldastig og 2 hitastig.