Seinnapartin fær KÍ vitjan av AB. Setningurin hjá heimaliðnum er at varðveita fulla úrtøku og at verja fyri, at fyrsta málið fer ígjøgnum. Hjá AB snýr tað seg við nýggjum liði um at halda fram, har liðið á Argjum slepti síðsta sunnudag, tá ið tað endaði við 2-1 heimasigri ímóti 07 Vestur.
Tað eru sjey ár síðani, at AB vann á útivølli ímóti KÍ. Tað var hóskvøldið 27. august í 2015, at argjamenn fóru úr Klaksvík við 3-1 sigri. Tveir spælarar, sum framvegis eru á liðnum, vóru ta ferðina við til at manna liðið hjá KÍ – 18 ára gamli Jákup B. Andreasen og 20 ára gamli Jóannes Bjartalíð.
Tá var fagnaður í AB leguni og vónbrot í KÍ leguni, og fram ímóti kappingarloki árið eftir var støðan tann sama. Tá vann AB 3-1 á heimavølli ímóti KÍ, sum var á FM kós og við tapinum misti meistaramøguleikan.
Í fjør flutti AB upp, og í fjør vann KÍ FM. Í fyrraárið vann KÍ allar dystirnar – 2-0 og 3-1 í Klaksvík og 6-0 á Argjum.
Hjá AB eru Jobin Drangastein, Rógvi Poulsen og Rógvi Skála skaddir. Ivasamt er tað, um Jákup Pauli Breckmann er førur fyri at spæla.
Hjá KÍ er Odmar Færø tøkur aftur. Í Runavík fyri einari viku síðani var hann so mikið illa fyri undir upphitingini, at hann tók seg aftur. Børge Petersen og Óli Eyðsteinsson Poulsen eru skaddir.
KÍ – AB: Rúni Olsen sunnudagin kl. 15.00.











