Seinastu tíðina er havsvimjing vorðin væl umtókt, og tað er eisini vorðið meira vanligt, at fólk í felagsskapi "dyppa" niðri í fjøruni ella við bryggjuna.
Nú eru stig tikin til at betra um slíkar umstøður á Eiði, soleiðis at áhugaði lættari sleppa niður og upp úr sjónum eftir ein uppfrískandi svimji-ella dyppitúr.
- Ein stigi er nú settur upp við endan á nýggju bátabrúnni, og hesin varð brúktur á fyrsta sinni seinasta leygardag, hin 28. august, siga tey í Eiðis kommunu.











