Nú er Kyndil á odda í hvonn-deildini

Kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF møttust í høllini á Hálsi í Havn í dag.

Kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF møttust í høllini á Hálsi í Havn í dag.

 

Úrslitið gjørdist 27-22 til havnarkvinnur. Men tað vóru vestmannakvinnur, sum vóru fyrstar at skora, og tær løgdu seg á odda 2-0 beinanvegin við dystarbyrjan. So svaraði Kyndil aftur og komu upp á 3-3 í fimta minutti. Tað leikaði javnt á gjøgnum fyrra hálvleik, og vestmannakvinnur vóru fleiri ferðir á odda. Men fyrri hálvleikur endaði kortini 13-12 til Kyndil.

 

Kyndil var á odda gjøgnum allan seinna hálvleik. Í seinnu helvt av hálvleikinum øktist munurin, og Kyndil var greitt á odda til dysturin endaði 27-22 til Kyndil.

 

Toppskorarar hjá Kyndli vóru:

 

Marianna G. Eystberg 7 mál

Turið Arge Samuelsen 7 mál

Randi S. Wardum 5 mál

Bjarta Johannesen 5 mál

 

Toppskorar hjá VÍF vóru:

 

Marianna H. Jacobsen 7 mál

Agnas Olsen 4 mál

Eilin Hansen 4 mál

 

Dómarar vóru Gert Hansen og Arnar Dam. 100 áskoðarar vóru til dystin.

 

Støðan í hvonn-deildini er nú:

 

Lið

Dystir

V.m.

T.m.

Munur

Stig

1

Kyndil

4

96

82

14

6

2

Neistin

3

63

57

6

5

3

VÍF

3

86

68

18

4

4

StÍF

3

64

75

-11

2

5

Stjørnan

3

59

81

-22

1

6

VB

2

40

45

-5

0

 

Kyndin hevur tó spælt ein dyst fleiri enn hini liðini – og tveir fleiri enn VB.